Arbeiðsmarknaður
Tann 30. november var lærutíðin hjá Brandi liðug, og í hesum sambandi skipaði Varðin Pelagic fyri einari hátíðarløtu, har familjan og starvsfelagar kundu gleðast um, at Brandur hevur fingið handað sveinabrævið.
Brandur byrjaði í læru tann 1. desember í 2020, og í hesum tíðarskeiði hevur tað verið ein fragd at fylgt hansara fakligu menning.
Vit takka Brandi fyri tíðina hjá okkum, og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.
Vit ynskja Brandi til lukku við próvnum.
Tað skrivar Varðin Pelagic á facebook - vanga sínum