Arbeiðsmarknaður

Í morgun kl. 10 hittust sáttmálapartarnir saman við umboðum fyri øll trý sáttmálaøkini

1. januar 2025 ganga ikki færri enn tríggir sáttmálar út á sáttmálaøkjum, sum Starvsfelagið hevur við Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG). Talan er um Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.

Í morgun kl. 10 hittust sáttmálapartarnir saman við umboðum fyri øll trý sáttmálaøkini, har krøvnini vórðu handaði og leystliga gjøgnumgingin. Krøvini verða nú, hvør í sínum lagi, viðgjørd av pørtunum og týsdagin 3. desembur hittast vit aftur, tá tey helst verða meira nágreiniliga gjøgnumgingin og møguligir spurningar skulu svarast.

Samráðingargongdin er avtalað soleiðis, at har tað ber til og er ráðiligt, verða samráðingarnar skipaðar sum felags samráðingar. Annars verður tað, ið er serskilt fyri stovnarnar, tikið hvør sær.

5 samráðingarfundir eru fyribils avtalaðir og vit vóna, at vit eru komin rættuliga væl áleiðis, áðrenn jólavikan byrjar. Málið er, at nýggir sáttmálar eru avtalaðir, áðrenn verandi sáttmálar fara úr gildi.

Meira verður at frætta frá samráðingunum, so hvørt sum nakað nýtt er at kunna um.