Arbeiðsmarknaðareftirløn uppá 6.070 kr.

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 115 kr. um mánaðin frá 1. januar 2023. Tað svarar til eina hækking á 1,9% soleiðis at eftirlønin fer frá 5.955 kr. um mánaðin í 2022 til 6.070 kr. um mánaðin í 2023. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 72.840 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2023.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2021 vóru útgoldnar 628 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2022 er mett til umleið 647 mió. kr. mió. kr. og til 675 mió. kr. í 2023.

Nærri kann lesast HER Eftirlønargjaldið í 2023 er 6.070 kr. (samhaldsfasti.fo)