Arbeiðsgevarar og Serskipanir

Meinar arbeiðsgevarafelagið so eisini,at FAS skipanin skal takast av?Har eru heslt eisini nógvar milliónir,ið ikki koma í felagskassan

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at serskipanir muga strikast, ið gera okkum fátækari sum land og sum minka um føroysku vælferðina. Hóast hetta ljóðar púra sjálvsagt, hevur eingin samgonga higartil megnað at gjørt stórvegis við hetta. Ein slík skipan er serskipanin fyri fólk, sum arbeiða uttanlands. Nærum øll, ið arbeiða uttanlands, eisini okkara fólkatingspolitikarar, kunnu fáa ein frádrátt fyri uttanlandsinntøku. Hesin frádráttur merkir, at ein persónur, ið býr í Føroyum, og sum hevur eina vanliga inntøku á uml. 30-35.000 kr um mánaðin, kann hava upp til 5.000 kr meira á kontuni eftir skatt, um hann pendlar til t.d. Noregs at arbeiða, í mun til, um hesin persónurin arbeiddi í Føroyum. Tess hægri lønin er, tess størri verður munurin. Hetta er bæði órímiligt yvir fyri teimum løntakarunum, sum stríðast her á landi hvønn dag, og tað minkar eisini um vælferðina, tá tað er skattaskipanin, ið avger, hvar fólk arbeiða. Í einari tíð, har vit mangla starvsfólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum, gevur tað onga meining, at landið roynir at lokka fólk av landinum at arbeiða við einum lægri skatti sum gularót. Aðrar slíkar serskipanir eru skattalættin til sjófólk og fiskavirkisskipanin. Tað eigur at verða lønarinntøkan, og ikki hvar tú arbeiðir, sum avger, hvat tú rindar í skatti. Og tað eigur heldur ikki at verða munur á arbeiðsloysisskipanum frá einari vinnugrein til eina aðra. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit eiga at gera ein arbeiðsmarknaðarreform, har slíkar serskipanir verða strikaðar, og í staðin lækka lønarskattin hjá lág og miðalløntum. Soleiðis tryggja vit best vælferðina í komandi árum.

 

 

So lang so gott, kundi ein sagt! Meinar arbeiðsgevarafelagið so eisini,at FAS skipanin skal takast av?Har eru heslt eisini nógvar milliónir,ið ikki koma í felagskassan,men ístaðin goldnar sum beinleiðis stuðul til valetableraðar reiðaríðir! Ella eru tað bara aðrir samfelagsborgarar enn teirra egnu limir,sum skula av við eina møguliga serskipan.Haldi ikki,at hettar kom greitt fram í greinini!

Lat okkum eisini fáa tøl á borði,hesum viðvíkjandi.

Kristian Eli Brimsvík

Formaður í Havnar Handverkarafelag.