Arbeiðarafeløg taka undir við at stytta tíðina í fiskavirkisskipanini

Samskiparin í Samtaki væntar, at fólk, sum hava verið í fiskavirkisskipanini, fegin vilja taka við avbjóðingum í øðrum arbeiði.

Arbeiðarafeløgini taka undir við ætlaðu broytingunum hjá ALS-stýrinum um at stytta tíðina, sum tú kanst vera í fiskavirkisskipanini, úr átta vikum niður í fýra vikur.

Eftir galdandi reglum dettur tú ikki úr skipanini, fyrr enn tú hevur verið átta vikur í henni og bara hevur arbeitt hálvan tíma hesar átta vikurnar.

Ætlanin er at stytta tíðina niður í fýra vikur, og tú skal ikki hava arbeitt meira enn 16 tímar hesar fýra vikurnar.

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, væntar, at fólk, sum hava verið í fiskavirkisskipanini, fegin vilja taka við avbjóðingum í øðrum arbeiði.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: TRYST HER https://kvf.fo/greinar/2023/01/25/arbeidarafelog-taka-undir-vid-stytta-tidina-i-fiskavirkisskipanini