Arbeiðamarknaður: Bjarni Dam 15 ára starvsdag
Í meir enn 15 ár hevur Bjarni Dam verið í starvi hjá Kvívíkar kommunu. Bjarni hevur øll hesi árini røkt stravið sum umsjónarmaður á ruskplássinum.
Hetta starv hevur Bjarni røkt til fulnar. Hann hevur verið við í eini broytingartíð, frá at alt bara varð kort í eina bingju, til at vit í dag skilja ruskið. Bjarni hevur lært okkum borgarar at skilja ruskið, so at vit nú eru meira umhvørvisvinarlig. Dagurin er hátíðarhildin í dag við hugnaligari løtu á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu, har starvsfelagar og nærmasta familja var komin saman. Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Bjarna blómur og ein gávu. Kvívíkar kommuna ynskir Bjarna hjartaliga til lukku við 15 ára starvsdegnum.