Antitrustreglurnar innan fiskivinnuna skulu herðast
Uni Holm Johannesen, samgongutinglimur fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tað er umráðandi, at antitrustreglurnar verða herdar, áðrenn brúksskylda verður løgd á uppsjóvarfisk.
Hoyr samrøðuna HER Samgongulimur: Antitrustreglurnar innan fiskivinnuna skulu herðast fyrst | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Antitrustreglurnar eru reglurnar um, at ongar fyritøkur mugu hava monopol upp á eina ávísa vinnu.
"Í løtuni eru vit við til at avhenda alla fiskivinnuna til fýra stór reiðarí," staðfestir Uni Holm Johannesen.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur enn einaferð lýst eina kunngerð, ið býtir yvir 17.000 tons av makreli til heimaflotan og rækjuskip - tær sokallaðu stuðulskvoturnar - ið eru til at selja.
Dennis Holm hevur, síðani hann bleiv landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sagt, at makrelkvotur ikki skulu latast sum stuðul til skip, og tað er semja um hetta í samgonguni.
Men enn er ikki semja um, hvussu stuðulskvotur skulu avtakast.
"Tað er ikki undirtøka fyri at avtaka undantakið fyri brúksskyldu uttan broytingar til dømis í skattalógini," sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Tað skrivar Marjun Dalsgaard á kvf.fo