Ango seldi makrel í Bodø fyri 6,70 FØ kr.

Ango fekk metprís fyri makrel í Bodø

Ango seldi 690 tons til Pelagia Bodø.

Ango fekk 10,40 norskar krónur, sum eru 6,70 kr. í okkara pengum fyri kilo, skrivar Fiskeribladet.

Makrelurin fór til ídnað, til lýsi, og tí verður prísurin hildin at vera sera góður.

Ein norskur skipari, sum Fiskeri­bla­det hevur tosað við, heldur, at prísurin, sum Ango fekk, er met.

Myndin er frá www.skipalistin.fo