Amir Yavniely - stovnari og stjóri á vitjan í Føroyum

FiiiC – Faroe Islands Israel Innovation Center (fiiic.com) - varð sett á stovn í September í fjør, í samstarvi við føroysku sendistovuna í Ísrael, og hevur til endamáls at menna sambond millum Føroyar og Ísrael fyri at styrkja tøkni- og handilsvinnu. Ísrael hevur umfatandi kunnleika innan KT og matframleiðslu, sum kunnu koma føroyska vinnulívinum til góðar.

Á myndini: f.v. Ben Arabo - stjóri í Framtak og limur í ráðgevandi nevnd í FiiiC Amir Yavniely - stovnari og stjóri í FiiiC Tórheðin Jónsveinsson Jensen - marknaðarstjóri í Varðanum og limur í ráðgevandi nevnd í FiiiC Robert R. Sivertsen - arbeiðsfelagi í FiiiC.

Á vitjan í Føroyum hevur FiiiC toymið møtt fólki í føroysku tøkni- og handilsvinnuni, har tey millum annað hava lært um avbjóðingar innan matframleiðslu í Føroyum, millum annað at nærum alt grønmeti og frukt verður innflutt. Amir Yavniely, stovnari og stjóri í FiiiC, setti sær fyri at arbeiða fyri at loysa avbjóðingarnar innan matframleiðslu og matvørutryggleika í Føroyum, við at menna ísraelska tøkni innan landbúnað í Føroyum.

FiiiC hevur ment sterk sambond við vakstrarhús í Norðurísrael ið arbeiðir við sergrein innan Hydroponic, Aquaponic og onnur háttaløg innan landbúnað (farmnco.com).

Byrjunarkanningar vísa, at grundarlag er at fara undir vinnuligt virksemi innan hetta økið í Føroyum. Hetta kann økja munandi um føroyska framleiðslu av grønmeti, frukt, soppum, fóðri o.a. Endamálið er at skapa eitt gott og burðardygt vinnugrundarlag, samstundis við at økja um úrvalið av stuttfluttum føroyskum vørum.