Áminning: Fekst tú atkvøðuseðil ?
Um onkur av misgáum ikki hevur fingið atkvøðuseðil, verður viðkomandi biðin um at venda sær til skrivstovu felagsins.
Føroya Fiskimannafelag
Bryggjubakki 14
100 Tórshavn
Telefon 311569
Sýsluformansval er til Føroya Fiskimannafelag í ár. Tá ið freistin at stilla upp var farin, varð greitt, at tað bara verður val í Eysturoyar sýslu.
Per Toftegaard (nú á Sýnini) Runavík stillar uppaftur hesa ferð. Jonhard Danielsen úr Søldarfirði stillar eisini upp til sýsluformansvalið.
Atkvøðuseðlarnir eru sendir út, og freistin at atkvøða er 30. januar 2023. Talt verður upp 31. januar.