Amerikansk stuttleika játt til umvælingar á MEST

Ymiskar eru uppgávurnar, sum verða loystar á MEST. Mánakvøldið um 19 tíðina kom stóra amerikanska stuttleika játtin Compass Rose til Havnar fyri at fáa gjørt umvælingar á MEST. Compass Rose, sum er slakar 50 metrar long og 12 metrar breið, var ávegis til Íslands úr USA tá óveður kom á tey. Stóra stutteika játtin fekk skaða á skrokkin í óveðrinum og avgjørdi at koma til Føroyar á MEST at fáa umvælt skaðan.  

Stuttleika játtin siglir undir jamaika flaggi.