Altaire og Mostein á veg inn í flotan
Skip fyri skip
Sambært fleiri fjølmiðlum, eru tvey nýggj skip ávegis í føroyska flotan.
Hetlendski pelagiski trolarin Altaire, er keyptur til Kollafjarðar og kemur í flotan fyri Jupiter.
Reiðaríið yvirtekur skipið 20. februar, sambært reiðaranum, Jógvan Martin Ferjá.
Jupiter er fyrrverandi Altaire og var bygdur í 1994. Nýggi Altaire er bygdur í 2004 og er systirskip við Finn Fríða.
P/F Vørustíggur hevur keypt norska trolaran Mostein, fyri Eysturbúgvan, sum sakk síðsta vár. Eysturbúgvin varð bygdur í 1991. Mostein er bygdur í 2001 og er 45 metrar langur. Hann er ikki ein samtrolari eins og Eysturbúgvin var. Tað upplýsir reiðarin Bjarki Magnussen.
1. mars yvirtekur reiðaríið Mostein, sum fær navnið Eysturbúgvin. Teir fara fyrst á gullaksaveiðu, sum vanliga byrjar í mars/apríl.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við skipunum.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum, sum eisini eigur myndirnar.