Alt gekk væl á royndartúrinum hjá Dunga Jákupi
Dunga Jákup, nýggi frystitrolarin hjá P/F Varðanum, var royndartúr í gjár, og tað gekk væl.
Enn er ógreitt, nær trolarin verður latin reiðarínum.
Enn er ymiskt, sum skal roynast og kannast, m.a. verksmiðjan.
Dunga Jákup er góðar 49 metrar langur og slakar 12 metrar breiður. Skrokkurin er smíðaður í Póllandi, og hann kom til landið í desember í fjør.
MEST á Skála hevur gjørt skipið liðugt, og bíðað verður nú eftir, at MEST letur Varðanum trolaran.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Dávid Jacobsen, verkætlanarleiðara: Alt gekk væl á royndartúrinum hjá Dunga Jákupi | Kringvarp Føroya

