Alt broyttist

Tá Smyril loysti av Krambatanga kl. 6 í morgun stóðu teir fimm bussarnir eftir

Í gjárkvøldið vóru fimm bussar við Smyril, tá Smyril loysti í Havn og setti kós móti Suðuroynni. Bensin og diesel er “uppi” í meginøkinum, men í Suðuroynni er enn gjørligt at keypa bensin og diesel, og vóru hetta eisini ørindini hjá bussunum, sum í gjárkvøldið koyrdu í land av Smyrli.

Men um midnáttarleitið sendi SSL út kunning um, at undantøkini, sum arbeiðarafeløgini hava givið Smyrli, vóru broytt. 

Tað skrivar suduroyarportalurin, sum eisini eigur myndina. Suður at bunkra, sluppu ikki norður aftur – Suðuroyarportalurin (sudurras.fo)