ALS útgoldið 38 milliónir til starvsfólk hjá Bakkafrost

Bakkafrost samtakið hevur kostað ALS grunninum 38 milliónir krónur seinastu 11 árini í arbeiðsloysisútgjøldum umvegis fiskavirkisskipanina. Næst Bakkafrost er Varðin Pelagic, sum hevur kostað næstan 32 milliónir.

Fiskavirkisskipanin hevur seinastu 11 árini útgoldið góðar 38 milliónir krónur til starvsfólk hjá Bakkafrost samtakinum.

Tað vísir ein nýggj uppgerð frá Umhvørvismálaráðnum í sambandi við fyrispurning frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.

Fiskavirkisskipanin hjá ALS er ein arbeiðsloysisstuðulsskipan, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum.

Skipanin tryggjar starvsfólki arbeiðisloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.

Umhvørvismálaráðið hevur gjørt eina uppgerð yvir útgoldnan arbeiðsloysisstuðul til starvsfólk í ali- og uppsjóvarvirkjum, og í uppgerðini er greitt, at tilsamans eru tað fyritøkurnar hjá Bakkafrost, ið hava kostað grunninum flest pengar.

Seinastu 11 árini hava starvsfólk hjá Bakkafrost Harvest fingið 2,8 milliónir krónur, Bakkafrost Processing fingið 26,1 millión krónur, Faroe Farming hevur fingið 4,4 milliónir krónur, og Havsbrún hevur fingið 4,3 milliónir krónur.

Umframt Bakkafrost eru eisini aðrar fyritøkur, ið hava fingið nógvan pening útgoldnan til starvsfólkini umvegis skipanina.

Næstflestan pening hava starvsfólk hjá Varðanum Pelagic fingið; har eru 31,7 milliónir krónur útgoldnar seinastu 11 árini, og teimum næst er Faroe Pelagic í Kollafirði, sum hevur fingið 29,8 milliónir krónur.

..........LES ALLA GREININA HER 38 milliónir til starvsfólk hjá Bakkafrost - Miðlar (midlar.fo)