ALS-gjaldið verður lækkað
Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur í dag, eftir áheitan frá ALS-stýrinum, sent broytingarkunngerð til hoyringar um at lækka ALS-gjaldið frá 0,8 % til 0,6 %.
Hetta er aðruferð í hesum samgonguskeiðnum, at gjaldið verður lækkað við 0,2 %. Fyrru ferð var 1 januar 2024.
Broytingin hevur við sær, at fólk og fyritøkur fara at rinda minni í ALS-gjaldi og soleiðis hava meir pening um hendurnar.
Kunngerðin kemur í gildi 1. januar 2026.
Uppskotið kann lesast her.