ALS-gjaldið lækkar og barsilspeningurin hækkar
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur í dag sent uppskot um broytingar í barsilslógini og í kunngerðini um ALS-gjald í almennna hoyring.
Landsstýrið ætlar, at Barsilsskipanin skal gerast uppaftur betri. Tí verður skotið upp at hækka hámarkið fyri útgjaldi við 2.000 kr., úr 25.000 kr. upp í 27.000 kr. um mánaðin.
Økta útgjaldið verður mett at kosta Barsilsskipanini 5,8 mió. kr., og tí er neyðugt at hækka barsilsgjaldið. Hækkingin verður upp á 0,03 prosentstig, sum merkir, at barsilsgjaldið fer úr 0,86% upp í 0,89%.
Samstundis verður ALS-gjaldið lækkað við 0,2 prosentstigum, úr 1% niður í 0,8%. Henda broytingin er gjørd í samráð við ALS stýrið. Í krónum og oyrum er talan um eina lækking av inngjaldinum í ALS upp á umleið 50 mió. kr. árliga, sum bæði borgarar og fyritøkur fáa ágóðan av.
Fyri ein løntakara við eini árligari inntøku upp á 300.000 kr. merkja broytingarnar í ALS og barsilsgjaldinum eina árliga sparing upp á góðar 500 kr. um árið.
Broytingarnar fáa eftir ætlan gildi 1. januar 2023.