Almennur fundur í Norðurlandahúsinum mánadagin 17. august
Hvussu skulu vit skipa fiskivinnuna, so vit ikki bara taka atlit at fiskastovnunum, men eisini at búskaparligu og samfelagsligu avleiðingunum?
Tað skrivar setur.fo.
Hetta verður høvuðsevnið á almennum fundi í Norðurlandahúsinum mánadagin 17. august frá klokkan 13 til 16, sum Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri.
Tiltakið er ókeypis, øll eru vælkomin, og fundurin verður á enskum.
Á fundinum fara føroyskir og útlendskir serfrøðingar og politikarar at viðgera, hvussu vísindi, búskapur, politikkur og vinnulig atlit kunnu spæla saman, tá fiskivinnan verður umsitin.
Lesið meira um skránna her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/almennur-fundur-um-framtidar-fiskivinnustyring

