Allahalgannahald í Sunda kommunu

Allahalgannahald í Haldórsvík og Hósvík

Fríggjadagin 1 november kl. 14.30 verður Allahalgannahald í Haldórsvíkar Avhaldshúsi og við minnisvarðan eftirfylgjandi. Jákup E. Petersen hevur andakt og Jógvan Kruse leggur krans.
Drekkamuður verður at fáa aftaná.

Í Hósvíkar kirkju kl. 16.00, hevur Jákup E. Petersen andakt og Aref Olsen greiðir frá um tá Nólsoyggin fórst fyri 90 árum síðani. Eftirfylgjandi verður kransur lagdur við minnisvarðan.
Drekkamuður verður at fáa aftaná.