Allahalgannahald á Vinnuháskúlanum 1. novembur
Føroyska Sjómansmissiónin skipar aftur í ár fyri “Minningarhaldi teirra sjólátnu” allahalgannadag, 1. november.
Minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2 í Havn, fríggjadagin 1. november kl. 14.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur røðu og Bergur D. Joensen, prestur, hevur andaktina.
Aftaná leggur løgmaður krans við minnisvarðan í Viðalundini í Havn.
Øll eru vælkomin til løtuna.