Allahalgannadagur 1. novembur
Allahalgannadag 1. novembur minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku.
Minningarhaldið allahalgannadag er bæði staðbundið, umboðandi tað lokala økið, og alment yrkisliga, umboðandi allar Føroyar.
Tað staðbundna minningarhaldið tekur atlit at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum.
Tað almenna minningarhaldið til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn kl. 14. Tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.
Á tí almenna minningarhaldinum heldur Løgmaður talu og leggur síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Gudstænastan í Dómkirkjuni kl. 20 fylgir tí almenna minningarhaldinum.
Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin eitt mannalív.
Við sorgblídni og virðing nevna vit navn hansara, ið farin er:
Hergar Torbjarnarson Hansen, Leirvík, 34 ára gamal. Doyði 2. januar 2025 av vanlukku umborð á Glyvursnesi, sum lá við bryggju í Hirtshals.
Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs frið yvir minnið um Hergar Torbjarnarson Hansen.
Myndina eigur TJ - myndir

