Alex Vilhelm talar at
Enn einaferð sendir KVF skeiv tíðindir út um Alex Vilhelm, hesaferð innslag um sølu av fiskikvotum, sum var sent í KVF hósdagin tann 23. februar.
Fyrstu 4 tankarnir vóru, tá eg sá sendingina:
- SO NÓGVAR LYGNIR í so stuttum innslagi.
- Hvat var endamálið við innslagnum?
- Kann man bara útspilla persón, stuðlað við almennum pengum?
Mest sum øll tíðindini vóru ósonn, KVF hevur ikki tímað, dugað, ella ikki viljað gjørt arbeiðið ordiligt.
Málið er hjá sakførara og løgregluni í løtuni.
Av tí at so nógvir skeivleikar vóru í innslagnum, koma rættingar seinri til hvønn einasta skeivleika, har teir verða tiknir upp í raðfylgju, og rættaðir frá byrjan til endan.
Minnist ikki at KVF, hevur sent eitt einasta positivt innslag, um omanfyri nevnda. Vit hava bert roynt og roynt, at útvega arbeiðspláss til útjaðaran, men mótstøðan er øgilig serliga frá KVF í Havn.
Vinarligar heilsanir
Alex Vilhelm