Akraberg siglir heim

Teir hava umleið 700 tons inni

 

Frá skiparanum á Akrabergi, Thorfinni Johannesen, frætta vit, at teir eru farnir at sigla heim.

Tað eru góðir tveir mánaðir síðan teir fóru úr Føroyum.

Av teimum 700 tonsunum er tað mesta toskur.

Hendan túrin eru 24 mans við.

Teir rokna við at vera heima mitt í komandi viku.

Á heimasíðuni hjá Framherja stendur soleiðis um Akraberg

Um skipið

Verksmiðjutrolarin Akraberg kom í skipaflotan hjá Framherja í juni 2022. Hettar er fyrsta skipið reiðaríið hevur latið byggjað.

Reiðskapur:
Trol

Veiðuøki:
Barentshavið

Framleiðsla:
Fiskurin verður heysaður og/ella rundfrystur. Akraberg hevur tangar og útgerð til at framleiða súrløg. Skipið lastar uml. 1000 tons av h/g fiski á platti og 550 tons súrløga. Fiskurin og súrløgan verður landað í Føroyum og bjóðað út til virkir í Føroyum og uttanlands.

Veiða:
Akraberg roynir eftir rækjum í apríl og mai. Hinar mánaðirnar verður fiskað eftir botnfiski, millum annað toski og hýsu.

Manning:
Manningin telur 48, deilt í 2 skifti. Tað vil siga 24 mans hvønn túr, tá fiskað verður eftir botnfiski, og so 17 mans til rækjutúrarnar.

Upplýsingar og tøl

Skipaslag:Frystitrolari

Bruttotons:4305

Kallitekin:OW2087

IMO / MMSI:9909845 / 231067000

Longd x Breidd:84 m × 16.7 m

Byggiár:2022

Skipasmiðja:VARD Brattvaag

Heimstaður:Fuglafjørður