Akraberg í Ánunum við søguliga stórari last

Fyri løtu síðani kom Akraberg aftur av fiskimiðunum í Barentshavinum við 1100 tonsum:

Nýggjasta skipið í flotanunum, Akraberg, legði at bryggju í dag norðuri í Ánunum við søguliga stórari last. 1100 tons, sum er fult upp undir lúkur.

Talan er um kruvdan og heysaðan fisk, meginparturin toskur. Eisini hava teir súrløgu heim við.

Tað er fyrstu ferð, at reiðaríið Framherji, fær eitt skip úr Barentshavinum, heim við so nógvum fiski.

Akraberg loysti 2. januar úr Fuglafirði, og orsakað av nógvum virksemi og plásstrotið á Fuglafirði í dag, leggur Akraberg veiðuna upp á Norðhavnini hesa ferð.

So skjótt skipið er klárt, verður farið nýggjan túr.

Tað skrivaði nordlysi.fo fyri løtu síðan.

Eyðun á Bergi var skipari hendan túrin, og Ásbjørn Hansen stýrimaður. Komandi túr verður Thorfinn Johannesen skipari og Jákup Eysturdal stýrimaður. Manningin, sum er í tveimum holdum, telur 24.