Akraberg er ávegis til Føroyar við 1.100 tonsum
Verksmiðjutrolarin Akraberg, úr Fuglafirði, er ávegis til Føroyar við 1.100 tonsum umframt 500 tonsum av súrløgu.
Tað skrivar KIRAN JÓANESARSON á fiskur.fo
Akraberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Akraberg fór at sigla heim í gjár, og verður væntandi á Fuglafirði hóskvøldið, har veiðan skal landast.
Skipari hendan túrin er Eyðun á Bergi, og manningin telur 24 mans.