Áhugavert tá politiskir flokkar seta fakfeløgum stevnu
Fólkaflokkurin á vitjan!
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur havt vitjan av tingmanningini hjá Fólkaflokkinum fyrrapartin.
Felagið greiddi frá virkseminum hjá felagnum og teimum avbjóðingum vit standa í dagliga.
Alt frá leiklutinum hjá heilsuhjálparum og hjálparfólkum ið umboða størstapartin av starvsfólkahópinum á eldraøkinum, til starvsfólkanormering og starvsfólkatørv. Tosað varð um ymsar loysnir.
Tað er altíð áhugavert tá politiskir flokkar seta fakfeløgum stevnu, tí teir hava myndugleika til at gera broytingar, meðan vit fakfeløg hava vitanina og kenna avbjóðingarnar á økinum.
Fyri okkum var hetta ein góður og gevandi fundur.