Áheitan frá Heimafriði
Heimafriður heitir á kommunur, havnamyndugleikar, virkir og reiðarí um at skipa virksemið við havnirnar soleiðis, at sum minst óljóð kemur frá skipum, bingjum og virksemi á og við havnirnar.
Vísandi til Halgidagslógina § 1 og Umhvørvisverndarlógina § 1, heitir Felagið Heimafriður nú á avvarðandi kommunur um at tryggja borgararum sínum heimafrið á jólum.
Sum vanligt á jólum, liggja nógv skip við bryggju. Hetta merkir, at nógv fólk ikki fáa heimafrið á jólum. Summi eru so sperd av ganginum, at tey noyðast at flýggja úr egnum heimi, so leingi skipini liggja inni.
Felagið heitir staðiliga á kommunurnar sum varða av havnum, har larmandi skip liggja, um at finna loysnir, sum tryggja borgaranum frið.
Eisini heitir felagið staðiliga á reiðarí og fyritøkur, sum varða av skipum og bingjum, at syrgja fyri, at brek á útgerð og arbeiðstólum, ið eru orsøk til óneyðugt óljóð, verða umvæld.
Heimafriður ynskir øllum eini friðsæl og góð jól.
Vegna felagið Heimafrið