Aftur boð eftir manningini á ARUN
Úr at gera við ARUN
Aftur í nátt vóru boð eftir manningini á ARUN at fara til Nólsoyar at sigla sjúkling til Havnar.
Tað var kalt og kavi, men túrurin gekk væl, og sjúklingurin kom á landssjúkrahúsið í øllum góðum.
Hetta var triði sjúkraflutningurin í 14 dagar.
Vit takka Nólsoyar Bjargingarfelag fyri framúr samstarv.
Myndina hevur Thormann Kruse tikið.
Tað skrivar facebook-vangin hjá Rescue LÍV