Ætlanin er at fara til fiskiskap eftir svartkalva í vikuni
Vesturvarði er sera væl útgjørdur.
Sunnudagin 30. juli kom nýggi Vesturvarði á Sørvág. Tað er eitt felag hjá Tummas Henriksen í Sørvágið, sum hevur keypt trolaran úr Orknoyggjum.
Vesturvarði er bygdur í 2019 í Thyborøn. Har varð hann eisini forlongdur áðrenn hann nú kom til Føroyar. Hann er 41,2 metrar langur og 10,5 metrar breiður. Motorurin er ein 1800 hestar Anglo. Skipið er í sera góðum standi, ja, sum eitt nýtt skip.
-Vesturvarði er sera væl útgjørdur. Hann hevur tríggjar RSW kølitangar á 60 tons og stóra last til kør. Hann hevur trý spøl, so vit kunnu royna við tveimum trolum, 6 breitlaspøl, tvær trumlur, sum kunnu deilast í fýra og sonduspæl, sigur Herning Simonsen skipari.
-Vesturvarði kann fiskað á djúpum vatni eftir svartkalva og á grynri vatni eftir upsa, toski, hýsu og øðrum. Harafturat hava vit loyvið og góðar umstøður at fiska makrel, sigur hann.
Átta mans verða við Vesturvarða og Herning Simonsen og Heðin Hansen koma at skiftast sum skiparar. Teir skulu landa til Snarfrost í Miðvági.
Ætlanin er at fara til fiskiskap eftir svartkalva í vikuni.
Frá Føroysku sjómansmissiónini hevur trolarin fingið bókakassa, skriftstað, geyma við sangi og annað.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við Vesturvarða.
Myndina av flaggskrýdda trolaranum eigur Jn.fo