Ætlandi verður skipið ávegis til Føroyar fyrst í komandi viku
Endalig avhendan av nýggja Gadus fór fram á skipasmiðjuni Tersan í Turkalandi í gjár.
Ætlandi verður skipið ávegis til Føroyar fyrst í komandi viku.
Við yvirtøkuni av Gadus er allur Barentshavsflotin útskiftur, og tað er eitt nýbrot, at framyvir verður alt tikið í land. Hetta fer at hava við sær munandi virðisøking og betri úrtøku.
Gadus er gjørdur at møta teimum avbjóðingum, sum fiskivinnan setir í dag og árini frameftir.
Høvuðsmotorurin er tann nýggjasti og grønasti hjá Wartsila. Hann er 9.950 HK og tann nýggjasti “W31” hjá Wartsila og tann mest orkusparandi av medium speed motorunum. Skipið er eisini útgjørt við einum katalysatori, soleiðis útlátið av co2 verður minkað mest møguligt. Hjálpimotorarnir eru av slagnum Yanmar, sum eisini hava katalysatorar fyri at minkað um co2 útlátið.
Atlit eru eisini tikin til larm, tá skipið er í havn. Gadus hevur møguleika fyri landstreymi, soleiðis at alt arbeiði umborð kann gerast við landsstreymi, tá skipið liggur við bryggju.
Skipið hevur el spøl frá Brattvåg/Kongsberg. Eisini tey gera skipið grønari.