Á vitjan á Ídnaðarsavninum á Akureyri
Tað var savnsvørðurin á Ídnaðarsavninum, Sigfús Ólafur Helgason, sum bjóðaði okkum inn á savnið.
Hann greiddi frá, at á savninum eru lutir í hópatali, sum eru framleiddir á Akureyri.
Klædnapløgg, t.d. jakkar, klædningar, frakkar, teppir, undirklæðir, dúkar, hosir, handskar, vøttir, troyggir, buksir o,a.
Teir framleiddu eisini skógvar, skinnstivlar, gummistivlar, gaggur, skoytistivlar, lakkskógvar til kvinnur og menn o.a.
Á savninum vóru eisini fleiri rúm við møblum, sum vóru framleiddir á Akureyri.
Eitt sera fjølbroytt savn.
Tað verður ov nógv at nevnda alt her, men um tú hyggur at myndum, so fært tú sjón fyri søgn, ALT ER GJØRT Á AKUREYRI.
HYGG HER
Hygg eftir myndunum, alt er framleitt, lokalt, á Akureryi og eitt gott prógv, um eina farna tíð