Hoyr samrøðuna: Á útnyrðingsleiðini við besta internetsambandi
17. august legði Hermione frá landi í Pond Inlet. Síðani hava teir átta umborð róð útnyrðingsleiðina.
HOYR SAMRØÐUNA HER Góðan morgun Føroyar | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
- Vit liggja upp at hvørjum øðrum, tá vit sova, og tá tú gert burtur av tær, situr ofta onkur undir liðini. Hetta er løgið í fyrstuni, men tú venur teg skjótt við tað, ásannar havrógvarin, Livar Nysted.
Manningin hevur verið á ferð í áleið fýra vikur. Tað hevur verið hart, men kortini hevur gingið væl, sigur Livar Nysted. Tíðarætlanin heldur framvegis.
Útnyrðingsleiðin er norðasta leið til Kyrrahavið. Síðani Roald Amundsen og hansara menn vóru fyrstir at royna hana í 1906, hava bara 352 skip silgt har.
Hóast Hermaine rør eina ógvuliga fjarskotna leið, ber sera væl til at samskifta við umheimin.
Manningin brúka framkomnu Starlink skipanina hjá Elon Musk, ið tryggjar internetsamband um fylgisvein.
Vónin er, at teir eru komnir vegin fram til Tuktoyatuk á føðingardegnum hjá Livari Nysted, tann 27. september.