Á rættari kós við svartkjafti — nú er at skipa sild og makrel eftir sama leisti

Tíbetur kom ein kunngerð frá Fiskimálaráðnum sum ger tað loyviligt fyri føroysk fiskiskip at avreiða svartkjaft aðrastaðni enn í Føroyum um neyðugt. Hetta var ikki ein dag ov tíðliga, tí kiloprísurin á feskum svartkjafti liggur ofta 20-30 oyru hægri í grannalondum enn hjá okkum sjálvum. Hetta er sera nógv, tí her er talan um eitt lutfalsliga bíligt fiskaslag, har tað er avgerandi at kunna fáa til høldar rættiliga stórar nøgdir fyri at hesin fiskiskapur yvirhøvur skal geva meining búskaparliga og fíggjarliga.

 

At loyva skipunum at landa svartkjaft uttanlands er tí avgjørt eitt stig á rættari leið. Men so er eftir hjá fiskimálaráðharranum at taka næsta logiska stig í uppsjóvarhøpi, ikki minst tá tað kemur til sild og makrel. Tí hóast sild og serliga makrelur sum heild hava væl hægri kiloprís enn svartkjaftur, er tað framvegis eisini her tær stóru nøgdirnar sum gera munin. Tískil er tað eisini umráðandi at skipini sleppa at selja eftir sama leisti sum tá talan er um svartkjaft — har er avreiðingarvirðið nevniliga eisini ofta munandi hægri í útlondum samanborið við Føroyar.

 

Við at loyva landingum uttanlands í ávísan mun kunnu vit eisini kenna marknaðarprísin á hesum fiskasløgum. Og tað er neyðugt tá talan er um so stórar mongdir. Vit eiga sostatt at loyva sild og makreli at verða landað aðrastaðni enn í føroyskum havnum, í teimum fáu førum hvar ið hetta er mest skynsamt í mun til tær praktisku umstøðurnar úti á feltinum, tað veri seg siglingarteinur og orkunýtsla ella nakað so elementert sum tíðarfaktor — talan er um jú feskan fisk fyri tað mesta.

 

Hetta vil geva manningunum munandi betri hýru fyri túrin, sum so aftur kemur samfelagnum til góðar í fleiri liðum. Ja, her kann talan gerast um eitt sera stórt avkast, til føroyska samfelagið.

 

Tí er neyðugt at fara eftir sama leisti við makreli og sild sum við svartkjafti. Ger vit ikki tað, so hendir tað sum vit alt ov ofta sleppa at uppliva — at avreiðingarvirðið á uppsjóvarfiski landaður í Føroyum verður ov lágt í mun til marknaðarvirðið.

 

Vit stuðla sjálvsagt allari virðisøking í Føroyum, bara tað verður lagt til rættis við skili — føroysk framleiðsla kann ikki byggjast á undirprís, í øllum førum ikki um hon skal vera burðardygg. Har má tann veruligi marknaðarprísurin vera tað sum vit fyrihalda okkum til og møta í kappingarføri.