940 milliónir í lønum í januar

Í januar vórðu góðar 940 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 72 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Hetta er ein vøkstur upp á 8,3 prosent

Innan ‘fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu’ eru mánaðarligu sveiggini í lønargjaldingunum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum. Vøksturin er 10,6 prosent í mun til sama mánað árið fyri.  

Les øll tølini HER 940 milliónir í lønum í januar — vøksturin er 8 prosent | Hagstova Føroya