871 mál undir viðgerð í Vanlukkutryggingarráðnum
Hvønn dag ringja fiskimenn, sum eru komnir til skaða, á skrivstovuna hjá Føroya Fiskimannafelag, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Hetta kann ikki halda fram.
Fiskimenn kæra sína neyð, til Fiskimnnafelagið, tí mál teirra, sum eru til viðgerðar í Vanlukku-tryggingarráðnum, taka so langa tíð.
Teir siga, at tað koma heldur ongar ávegis fráboðanir frá Vanlukkutryggingarráðnum, sum hevði hjálp eitt sindur, sigur Jan.
Jan Højgaard ilskast um longu viðgerðartíðina, í ávísum málum. Hann sigur, at umsitingin hjá Fiskimannafelagnum veit um mál, sum eru meir enn fimm ára gomul, har endalig avgerð enn ikki er tikin, hetta líkist púrasta ongum, sigur hann.
Hann leggur aftrat, at umsitingin í Fiskimannafelagnum veit eisini um mál, hjá fiskimanni, sum var liðugt viðgjørt -og endlig niðurstøða tikin í okt/nov. 2024, men fiskimaðurin hevur enn onki hoyrt frá Vanlukkutryggingarráðnum.
Jan Højgaard sigur, at umsitingin í felagnumð leggur nógva orku í at hálpa fiskimonnum, í samskiftinum við Vanlukkutryggingaráðið. orkan hjá fiskimonnunum røkkur ikki til tað, samstundis sum teir eri illa fyri av skaða.
Her er spurningar frá Jenis av Rana og svar frá Margit Stórá, um júst viðgerðantíðina í Vanlukkutryggingaráðnum Mál