87 ára gamla Emma mátti hyggja inn í kamarið hjá soninum
Týskvøldið 2. apríl, var sjómanskvinnuringurin í Haldórsvík og vitjaði umborð á Vesthav, sum lá á Toftum. Grundin til vitjan var tann, at føroysku skipini eru býtt út á sjómanskvinnuringarnar at biðja fyri, og at ringurin í Haldórsvík biðjur fyri Vesthav og øðrum skipum.
Nú ynsktu tær at hitta manningina og skipið, sum tær biðja fyri, og um gjørligt, at kunna vitjað teir umborð. Bønin og vónin var, at løtan skuldi verða til gleði og stimbran, og tað var hon.
Fyrst vóru fleiri sangir sungnir, meðan stýrimaðurin, William Max Hansen, spældi undir á gitar. Sangurin rungaði í messuni. Sjómanstrúboðarin var boðin við og hevði andakt og bøn. So bjóðaði manningin til góðan drekkamunn.
Prát, hugni og rundvísing var eisini, áðrenn felagsmynd varð tikin á brúnni.
87 ára gamla Emma, sum er partur av ringinum, mátti eisini hyggja inn í kamarið hjá soninum William Maxi, fyri at hyggja hvussu út sá. Har sá gott út, segði hon skemtandi.
-Hetta var eitt sera hugnaligt kvøld. Eg visti ikki av at tær bóðu fyri okkum, so tað var stórbært at fáa hesa løtina saman við teimum. Áhugavert var eisini at hoyra um arbeiði teirra-
Tað sigur skiparin, Rúni Gregersen.
-Vit eru sera væl nøgdar við kvøldið. Hetta ger arbeiðið í ringinum meiri fjølbreitt og viðkomandi, tá vit soleiðis hitta teir við arbeiða fyri. Vit ætlaðu umborð á Martin, men hann liggur til umbyggingar á Skála, og tí varð tað Vesthav ístaðin. Vónandi eydnast tað at vitjað umborð á Martin í heyst. Vónandi fara fleiri ringar at vitjað umborð á skip teir biðja fyri-
Tað sigur forkvinnan fyri ringin, Joan Hammer.
Teimum umborð á Vesthav, og sjófólkinum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum. Myndirnar eigur TJ-myndir.
(2) Sjómanskvinnuringur á skipsvitjan... - Føroyska Sjómansmissiónin | Facebook