83 ára gamla Jóan Petur Klein greiddi frá

Nógv fólk - myndarøð

 

Áhugavert var at hoyra 83 ára gamla Jóan Petur Klein greiða frá um eitt langt og fjølbroytt lív á sjónum - hetta sum partur av sjómannadagsskránni

Hann fór fyrstu ferð til sjós 15 ára gamal í 1958 - var nógv við Seglhúsmonnunum, serliga við Pison á Flemmish Kap. Gavst at sigla í 1988.

Í 1961 fór hann á háskúla í Havn - í 1965 á skiparaskúla í Klaksvík, har serliga Fisher legði lag á, og so aftur at sigla eina mest sum stýrimaður og skipari.

Greiddi eisini frá uppgvøkstrinum í Hattarvík, har tey eisini skóru torv yviri á Svínoynni og førdu 40 sekkir av torvi við báti til Hattarvíkar.

Hetta ljóðar kanska romantiskt, men tað helt Jóan Petur Klein tað als ikki vera - tvørtur ímóti!

Jóan Petur fór fyrstu ferð til skips við sluppuni Fimm Systrum í 1958 og sigldi seinni við Polarstjørnuni, Norðingi og Pison, áðrenn hann fór í land í 1988.

Sera hugnalig løta í fullsetta Sjósalinum á KG í kvøld (í gjárkvøldið)- eini 150 fólk, gott kaffi og køkur afturvið eisini.

 

Tað skrivar Dávur Winther á Norðlýsinum, sum eisini eigur myndina. HER ERU FLEIRI MYNDIR HJÁ Dáv Myndarøð: Samrøða við Jóan Petur Klein - Norðlýsið