8.000 tons til Havsbrún

Tvey írsk og eitt íslendskt skip landa eisini í Fuglafirði í vikuni

Seks føroysk skip landa 8.100 tons av svartkjafti til Havsbrún nú í vikuni.

Vestmenningur hevur 1850 tons, Birita 700 tons, Hoyvík 500 tons, Fagraberg 2700 tons, Katrin Jóhanna 1350 tons, og Jupiter hevur 1000 tons av svartkjafti.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo

Haraftrat eru trý útlendsk skip á Fuglafirði, tvey írsk og eitt íslendskt.

Írsku skipini eru Brendelen og Father Mckee.

Sambært jn.fo hava írsku skipini havgølt, 1350 tons hvørt.

Íslendska skipið Svanur hevur 1150 tons av svartkjafti sambært Havsbrún.