73 føroysk skip gingin burtur við Ísland
Eitt kort er gjørt, sum vísir, hvar føroysk skip eru gingin burtur við Ísland.
Á tí eru 73 skip. 390 menn sjólótust.
Men verður alt tikið við - menn, sum er slignir út og eru deyðir av øðrum ávum - er talið 503, skrivar Morgunblaðið.
Kortið umfatar árini 1870 til 1992.
Agnar J. Jónsson hevur gjørt kortið.
Hann hevur verið í Føroyum og latið millum annað Fiskimannafelagnum kortið.