70 ár síðani: Andrea Doria og Stockholm stoyttu saman
Hann kundi ikki sjálvur kontrollera kumpassina, og rópti tí á róðurgangaran Larsen: “Hvat stýrir tú nú?”. Larsen rópti aftur: “Hálvfems gradir”. Tað vil siga ein grad norðanfyri fastløgdu kós. Carstens fekk tað nú til, at hetta skipið var 10 sjómíl frá teimum. Tað sá út til at sigla skjótt, og tað sigldi beint ímóti Stockholm. Tað vísti seg, at skipið var 2 gradir um bakborð. Hann gav nú útkikksmanninum ordrar til at fara út á brúgvavongin at halda eyga við lanternunum frá mótgangandi skipi.
Carstens plottaði nú aftur mótgangandi skip, og hann fekk tað til at vera 6 sjómíl ímillum skipini, og hann hevði mótgangadi skip 4 gradir um bakborð. Hetta var hann nøgdur við, tí so fóru skipini at passera hvønn annan bakborð til bakborð við eini frástøðu uppá 0,7 til 0,8 sjómíl. Hetta var nakað minni enn minsta mark uppá eina sjómíl, sum skiparin hevði givið ordrar um. Hann hugdi aftur í radaran, og nú var mótgangandi skip bara 4 sjómíl frá teimum, og tað nærkaðist ógvuliga skjótt.
Men hóast tað høvdu hann og útkikksmaðurin ikki fingið eyga á lanternurnar hjá mótgangandi skipi. Tað kom ikki tí unga stýrimanninum til hugs, at lanternurnar kundu vera fjaldar av mjørka, tí hann sá, at hansara.....LES ALT HER www.vp.fo

