60+ dagur hjá Varðanum Pelagic
Í gjár, 3. mai, hevði Varðin Pelagic fyri fyrstu ferð ein kunningardag fyri starvsfólkum, ið eru vorðin trýss ár og eldri. Evnið á degnum var pensjónir og arbeiðsmøguleikar, tá ein kemur í tann aldurin.
Byrjað varð við morgunmati, har Ólavur Bjarkhamar, rakstrarstóri, og Rani N. Johannessen, umsitingarleiðari, greiddu frá eldrapolitikkinum hjá Varðanum Pelagic og endamálinum við degnum. Hareftir var Almannaverkið á vitjan, har fólkapensjón, arbeiði og mótrokning var á skránni. Síðani gekk leiðin niðan á Hotel Tvøroyri til ein góðan døgurðabita, og dagurin varð rundaður av við eini framløgu frá Betri pensjón.
Hetta er fyrstu ferð, at Varðin Pelagic hevur havt ein dag fyri starvsfólkum, ið eru 60+. Afturmeldingarnar eru góðar, og eftir ætlan verður hetta eitt afturvendandi tiltak.