6. flokkarnir við sluppini Westward Ho

Á útróðri við Westward Ho

Tað er fastur táttur, at 6. flokkarnir í kommununi sleppa ein fiskitúr við sluppini Westward Ho. Eins og undanfarin ár er tilboðið í ár skipað sum ein fiskikapping, sum samstundis gevur lærarum tilfar til lærugreinirnar Heimkunnleiki og Náttúra & tøkni.

Túrarnir í 2023 eru í august og 8. september. Tá kappingin er liðug verður vinnarin funnin. Ólavur Frederiksen var nú ein dagin ein túr við sluppini og tók hesar myndirnar.

Fleiri myndir HER (1) Facebook