59 prosent av Íslendingum eru ímóti aling á sjónum
Meirilutin av teimum spurdu í einari kanning í Íslandi vil ikki hava aling á sjónum.
59 prosent eru ímóti slíkari aling.
Bara 19 prosent eru fyri. 22 prosent eru hvørki fyri ella ímóti.
Á bygd eru fleiri enn tey í Reykjavík og har um leiðir, sum taka undir við aling á sjónum.
Á høvuðsstaðarøkinum eru 65 prosent ímóti, sigur kanningin.
Serliga tey ungu, tey millum 18 og 24 ár, taka undir við aling á sjónum.
Okkurt um 1.000 fólk vóru við í kanningini, sum var gjørd í februar.