56 prosent av fiskileiðum eru stongd fyri troli alt árið
69 prosent av fiskileiðunum innan fyri 300 metra dýpi eru heilt ella partvíst friðað fyri trolveiðu.
Og 56 prosent av leiðunum eru stongd fyri troli alt árið.
Tó hava trolbátar loyvi til at trola eftir flatfiski innan fyri 12 fjórðingar um summarið.
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann, sum spurdi um friðaðar og stongdar fiskileiðir.
Friðingar eftirmettar
Í 2014 var gjørd ein eftirmeting av gýtingarfriðingum, trolfriðingum og skipanini við bráðfeingis veiðibanni.
Niðurstøðurnar vóru í høvuðsheitum, at gýtingarfriðingarnar á landgrunninum virka eftir ætlan og verja í góðan mun gýtandi tosk, í ávísan mun gýtandi upsa, men als ikki gýtandi hýsu.
Trolfriðingarnar gera trýstið á stovnarnar minni.
Her er tó vert at hava í huga, sigur Dennis Holm, at fremsta endamálið við meginpartinum av trolfriðingunum, sum komu í 1990-unum, er at tryggja, at trol ikki tarnar teimum, sum royna við húki.
Og bráðfeingis veiðibann virkar eftir ætlan.
Friðingar hava virkað á Føroyabanka
Úrslitini frá frágreiðingini í 2014 eru ikki dagførd, sigur landsstýrismaðurin.
Eitt ítøkiligt dømi um, at friðingar virka væl er botnfiskurin á Føroyabanka.
Hann er komin fyri seg, eftir at bankin var stongdur fyri at kalla allari veiðu í 14 ár, frá 2008 til 2021, sigur Dennis Holm.