50 ára gamal Íslenskur trolari á beding
50 ára gamli trolarin Ljósafell kom á beding í dag. Skipið skal til 40 ára klassing, sum millum annað fevnir um at yvirhála motorin og ymiskt viðlíkahalds arbeiði annars.
Ymiskt arbeiði skal eisini gerast í samband við verksmiðjuna.
Harumframt skal nógv málingaarbeiði gerast og skal skipið vaskast og málast frá kjøli til mastrartopp komandi vikurnar.
Ljósafell er úr Fáskrúðsfirði í Íslandi. Sum tað sæst var íslendska flaggið vundið á stong – kanska sum ein heilsan til Ólavssøkuna.
(Mynd: Richard Mortensen. MEST Shipyard)