50 ár síðan íðnaðartrolarin Comet úr Klaksvík sakk í Norðsjónum

Teir høvdu 240 tons, sum teir høvdu fiska í 6 dagar

Andrias Miðskarð, úr Klaksvík, var skipari og stýrimaður var Ólavur Nolsøe Olsen, úr Fuglafirði, Kári Gaard, úr Oyndarfirði, maskinmaður. Hinir vóru Havstreym Petersen, úr Fuglafirði og Jóannes Joensen úr Kollafirði.

LES BLAÐGREININA, sum er viðhefti niðanfyri.

Kraftblokkaskipið, Gerda Maria, var tætt við íðnaðartrolaran Comet -og tók mennirnar upp.

Tað var P/F Zenith í Klaksvík sum átti Comet, sum fyrr æt Varðberg. Felagið keypti skipið frá landsstýrinum í 1970.