50 ár síðani Froyur koppaði

Hoyr sendingina á kvf, sum var gjørd 35 ár eftir hendingina

Í 2010, 35 ár eftir at Froyur koppaði, gjørdu vit eina sending, sum lýsti hendingina og hvat, ið varð av trolaranum aftaná.

Í sendingini varð tosað við Herbert Olsen í Rituvík, sum koyrdi truck á Lynfrost, tá óhappið hendi, Henry Olsen, ið var maskinlærlingur og arbeiddi umborð á Froyi, Tórbjørn Jakobsen, ið sá hendingina, Bjarna Bjarnastein, ið var staddur á keiini, og sum eisini var við til at tøma skipið eftir óhappið, Palla Mikkelsen, ið varð arbeiðsformaður á Skála Skipasmiðju, tá Froyur varð umvaldur og umbygdur eftir óhappið, Jóhan Lervig, smiðjumeistara á Skála Skipasmiðu, tá Froyur varð umvaldur og umbygdur eftir óhappið, og Harry á Lakjuni, ið seinri varð skipari við Froyi.

TRÝST HER 50 ár síðani Froyur koppaði | Kringvarp Føroya