4.000 tons av svartkjafti aftrat til vinnuligar fiskiroyndir
4.000 tons av svartkjafti eru latin aftrat til vinnuligar fiskiroyndir.
Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Umsókn um at fáa lut í kvotuni skal vera Uttanríkis- og Fiskimálaráðnum í hendi fyri 25. september á middegi.
Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan.
Hon skal eisini siga, hvat fiskifar er ætlanin at brúka og hvønn reiðskap.
Serligur dentur skal leggjast á menning og nýskapan
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo

