40 ár sum forkvinna í sjómanskvinnuringinum
Á Eiði hevur sjómanskvinnuringur verið virkin í mong ár.
Ringurin sum vit kenna hann í dag, er sprotin úr virkseminum hjá SKA, (Sømandsmissionens kvindelige arbejde), í 1930’árunum.
Tað fyrstu tíðina hittust hesar kvinnur í skúlanum, men tað var skjótt greitt, at tørvur var fyri nýggjum hølum. Tað var í hesum sambandi, at fari var undir, at byggja missiónshúsið Karmel, sum varð vígt 21. november í 1934. Kvinnurnar í SKA savnaðust í mong ár, men í 1970’árunum var ikki nógv lív í virkseminum, tó at tað aldrin doyði út.
í 1983 varð Sjómanskvinnuringurin alment settur á stovn, við Marionnu Joensen sum forkvinnu, og situr hon sum forkvinna enn í dag.
Eiðis kommuna vil við hesum, ynskja Marionnu hjartaliga til lukku við teimum 40 árunum sum forkvinna, og eisini vilja vit takka Sjómanskvinnuringinum fyri teirra arbeiði.