3.000 tons av norðhavssild komin aftrat kvotuni í ár.
Sløk 3.000 tons av norðhavssild, sum ikki vóru fiskað í fjør, eru komin aftrat kvotuni í ár.
Nýggj kunngerð er lýst um norðhavssildina í ár.
Kvotan er 53.391 tons, 13.212 tons meira enn í fjør.
43.702 tons eru sett av til føroysk skip.
Haraftrat koma 2.927 tons, sum ikki vóru fiskað í fjør.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo

